Skalli undir fjally byr garpar til hann ríða:nTáð var honum til eydnu lagað hann átti dóttur fríða.nnHá trummar í høll hermenn ríða framnJomfrú leikar í lundum við tann edilmann.nnEirikur gongur frá strondum niðan ein vid ongar sveinarnHann sær frúgv við akur sita talar við hana eina.nnHá trummar í høll hermenn ríða framnJomfrú leikar í lundum við tann edilmann.nnTað var mær til eydnu lagad eg skuldi akur goymanSiti eg úti árla og síðla eg kann ikki vánir gloyma.nnHá trummar í høll hermenn ríða framnJomfrú leikar í lundum við tann edilmann.nnEg vi teg við sømdir fá, ást og góðan viljanfagra teg so til hallar heim, og teg frá vánum skilja.nnHá trummar í høll hermenn ríða framnJomfrú leikar í lundum við tann edilmann.nnRisin gonir frá srtondum niðan ein við ongar sveinarnhann sær frúgv við akur sita talr við hana eina.nnHá trummar í høll hermenn ríða framnJomfrú leikar í lundum við tann edilmann.nnKjaftur hans er ógviligur, nasarnar tær eru langarnSo eru hansara kjálkabein sum fjórðung var at ganga.nnTá ið tú kemur í trongan skógv, tú hav væl onnur klæðinRív upp á teg bjørkuvid, tad javnt við jørðina dragi!nnHá trummar í høll hermenn ríða framnJomfrú leikar í lundum við tann edilmann.nnNavn hevur tú av neyðum fingið so tíni klæði skorinnTað er ikki á tínari ævi tú hevur tað tílíkt borið!